22.11.2021

Kunngerð um býráðsfund nr. 11/2021

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í auluni í Miðnámi á Kambsdali, hósdagin tann 25. november 2021 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av uppskoti til fíggjarætlan hjá Fuglafjarðar kommunu fyri 2022.
  2. Støðutakan til staðseting av vatngoymslutanga á havnalagnum.
  3. Uppskot til broyting í byggisamtyktini fyri havnaøkið, merkt D, í sambandi við útbygging.

Fuglafjørður, 22. november 2021

Dávur Juul
Borgarstjóri