Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í nýggja býráðssalinum, Í Støð 5 í Fuglafirði, hósdagin tann 17. desember 2020 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:
- Uppskot frá borgarstjóranum um ásetan av døgum til býráðsfundir í 2021.
- Uppskot til dagføring av reglugerð viðvíkjandi at hátíðarhalda merkisdagar hjá starvsfólkum í Fuglafjarðar kommunu.
- Støðulýsing viðvíkjandi arbeiðinum at liðugtgera Fuglafjarðar søgu.
- Kunning um møguligt alment/privat samstarv viðvíkjandi víðkan av bryggjuni, oljukaiini, 80 metrar suðureftir”.
Fuglafjørður, 14. desember 2020
Sonni á Horni
Borgarstjóri