14.12.2020

Kunngerð um býráðsfund nr. 11/2020

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í nýggja býráðssalinum, Í Støð 5 í Fuglafirði, hósdagin tann 17. desember 2020 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:

  1. Uppskot frá borgarstjóranum um ásetan av døgum til býráðsfundir í 2021.
  2. Uppskot til dagføring av reglugerð viðvíkjandi at hátíðarhalda merkisdagar hjá starvsfólkum í Fuglafjarðar kommunu.
  3. Støðulýsing viðvíkjandi arbeiðinum at liðugtgera Fuglafjarðar søgu.
  4. Kunning um møguligt alment/privat samstarv viðvíkjandi víðkan av bryggjuni, oljukaiini, 80 metrar suðureftir”.

Fuglafjørður, 14. desember 2020

Sonni á Horni
Borgarstjóri