22.11.2019

KUNNGERÐ um býráðsfund nr. 11/2019

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í ”Bønhúsinum á Hellunum” hósdagin tann 28. november 2019 kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:

  1. viðgerð av uppskoti til fíggjarætlan kommununar fyri 2020 og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum.
  2. Tilmæli frá teknisku nevndini um byggiloyvi til útbyggingar av eldrasambýlinum Vesturstovu.
  3. Umsókn frá teknisku nevndini um eykajáttan til útstykkingina av grundstykkjum við Bøveg og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum.
  4. Áseting av kostnaði á grundstykkjum í nýggju útstykkingini á Kambsdali og tilmæli frá teknisku nevndini.
  5. Áseting av kostnaði av grundstykkjum til tvíhús á Bøvegi og tilmæli frá teknisku nevndini.
  6. Tilmæli frá sosialu nevndini um uppskot til vali av arbeiðsbólki í sambandi við nýggja heilsumiðstøð.

Fuglafjørður 22. november 2019
Fuglafjarðar býráð 

Sonni á Horni
borgarstjóri