25.10.2021

Kunngerð um býráðsfund nr. 10/2021

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í býráðssalinum, í Støð 5 í Fuglafirði, hósdagin tann 28. oktober 2021 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:

  1. Uppskot til privatlívspolitikk hjá Fuglafjarðar kommunu.
  2. Visjón og politikkir hjá Fuglafjarðar býráð valskeiðið 2021-2024.

Fuglafjørður, 25. oktober 2021

Dávur Juul
Borgarstjóri