20.11.2020

Kunngerð um býráðsfund nr. 10/2020

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í Bønhúsinum á Hellunum hósdagin tann 26. november 2020 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av umbøn um eykajáttan til raksturin av Nánd í 2020.
  2. 2. viðgerð av umbøn um eykajáttan til innrætting av nýggja býráðshúsinum.
  3. Uppskot til fíggjarætlan fyri Nánd 2021.
  4. Uppskot til fíggjarætlan fyri barnaverndartænastuna 2021.
  5. 2. viðgerð av uppskoti til fíggjarætlan fyri Fuglafjarðar kommunu 2021.

 

Fuglafjørður, 20. november 2020

 

Sonni á Horni

Borgarstjóri