Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í Bønhúsinum á Hellunum hósdagin tann 26. november 2020 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:
- 2. viðgerð av umbøn um eykajáttan til raksturin av Nánd í 2020.
- 2. viðgerð av umbøn um eykajáttan til innrætting av nýggja býráðshúsinum.
- Uppskot til fíggjarætlan fyri Nánd 2021.
- Uppskot til fíggjarætlan fyri barnaverndartænastuna 2021.
- 2. viðgerð av uppskoti til fíggjarætlan fyri Fuglafjarðar kommunu 2021.
Fuglafjørður, 20. november 2020
Sonni á Horni
Borgarstjóri