24.01.2022

Kunngerð um býráðsfund nr. 1/2022

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í býráðssalinum, í Støð 5, hósdagin tann 27. januar 2022 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:

  1. Góðkenning av treytunum fyri innkalling av tiltakslimi í býráðið sambært § 18, stk. 3 í kommunustýrislógini.
  2. Uppskot til samfígging av átaksbili til sløkkiliðið av økjunum 6 og 7 á fíggjarætlanini sambært §§ 40 og 41 í kommunustýrislógini.
  3. Uppskot til reglugerð fyri kirkjugarðarnar í Fuglafirði og á Hellunum.

Fuglafjørður, 24. januar 2022.

Eyðun á Lakjuni
Virkandi borgarstjóri