26.10.2020

Kunngerð um býráðsfund nr. 09/2020

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í Miðnámi á Kambsdali hósdagin tann 29. oktober 2020 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:

  1. Skipan av ídnaðarøki á Kambsdali.
  2. Skipan av móttøkuplássi á Kambsdali.
  3. 1. viðgerð av umbøn um eykajáttan í sambandi við innrætting av nýggjum býráðshúsi.
  4. 1. viðgerð av umbøn um eykajáttan til raksturin av Nánd fyri 2020.
  5. Góðkenning av sølu av bygningi á matr.nr. 239aa, Fuglafjørður.
  6. Skipan av ungdómshúsi.

Fuglafjørður, 26. oktober 2020

Sonni á Horni
Borgarstjóri