21.09.2018

KUNNGERÐ um býráðsfund nr. 09/2018

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í ovara sali í Mentanarhúsinum hósdagin tann 27. september 2018 kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:

  1. Skriv frá Christian Andreasen, advokati fyri Havsbrún um matrikuleringsviðurskifti í sambandi við goymslutunnlar felagsins á havnarøkinum inn frá matr. nr. 239a og tilmæli frá vinnunevndini og teknisku nevndini í málinum.
  2. Umsókn frá Havsbrún um prinsipiellt byggiloyvi til kókihøll á matr. nr. 240 og tilmæli frá vinnunevndini í málinum.
  3. Umsókn frá Teknistovan Gøta um byggiloyvi til nýtt ítróttarhús á matr. mr. 468b og 468c og tilmæli frá teknisku nevnd.
  4. Mál viðvíkjandi bygging og fígging av nýggjum ítróttarhúsi og tilmælir frá mentamálanevndini, teknisku nevndini og fíggjarnevndini í málinum.
  5. Mál viðvíkjandi eykajáttan til útgrevstur og planering av grundstykkjum við Bøveg og tilmæli frá teknisku nevndini og fíggjarnevndini í málinum.

Fuglafjørður 20. september 2018

Fuglafjarðar býráð

Sonni á Horni
borgarstjóri