18.09.2020

Kunngerð um býráðsfund nr. 08/2020

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hósdagin tann 24. september 2020 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:

  1. Heimild frá býráðnum samsvarandi kommunustýrislógini § 44, stk. 2.
  2. Parkeringsvørður til Fuglafjarðar kommunu.
  3. Uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri matr. nr. 143 ch, Fuglafjørður.

Fuglafjørður, 18. september 2020

Sonni á Horni

Borgarstjóri