21.08.2020

KUNNGERÐ um býráðsfund nr. 07/2020

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í  Mentanarhúsinum hósdagin tann 27. august kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:

  1. viðgerð av uppskoti til fíggjarætlan kommununar – karmar – fyri 2021 og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum.
  2. viðgerð av broyting av «Kommunustýrisskipanini fyri Fuglafjarðar kommunu”, umfatandi § 25, har ferðavinna/Kunningarstova verða flutt frá rakstrarstaði 7 frá vinnunevndini til rakstrarstað 5 til mentamálanevndina, og har rakstrarstað 140 verður flutt frá øki 1 fyrisiting til øki 5. 1. viðgerð hevur verið á býráðsfundinum 16. juni 2020.
  3. Byggistig 2 og 3 av Fuglafjarðar skúla – 1964 skúlanum – fyri árini 2020-2024 og tilmæli frá Framvit og mentamálanevndini.
  4. Umsókn frá Teknistovuni Gøta fyri P/F Sandgrevstur um byggiloyvi til høll á matr. nr. 239a oman fyri bygningin á matr. nr. 239n og Bakkaveg og tilmæli frá teknisku nevndini í málinum.
  5. Umsókn frá Havsbrún um prinsipiellt byggiloyvi til «Fóðurlinju 3” og tilmæli frá vinnu- og havnanevndini í málinum.
  6. Umsókn frá Høgna Kjeld um byggiloyvi til sethús á matt. Nr. 143ch á Bøvegi og tilmæli frá teknisku nevndini um at broyta byggisamtyktina fyri henda matrikulin.

Fuglafjørður 21. august 2020

Fuglafjarðar býráð

Sonni á Horni
borgarstjóri