Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í Mentanarhúsinum hósdagin tann 27. august kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:
- viðgerð av uppskoti til fíggjarætlan kommununar – karmar – fyri 2021 og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum.
- viðgerð av broyting av «Kommunustýrisskipanini fyri Fuglafjarðar kommunu”, umfatandi § 25, har ferðavinna/Kunningarstova verða flutt frá rakstrarstaði 7 frá vinnunevndini til rakstrarstað 5 til mentamálanevndina, og har rakstrarstað 140 verður flutt frá øki 1 fyrisiting til øki 5. 1. viðgerð hevur verið á býráðsfundinum 16. juni 2020.
- Byggistig 2 og 3 av Fuglafjarðar skúla – 1964 skúlanum – fyri árini 2020-2024 og tilmæli frá Framvit og mentamálanevndini.
- Umsókn frá Teknistovuni Gøta fyri P/F Sandgrevstur um byggiloyvi til høll á matr. nr. 239a oman fyri bygningin á matr. nr. 239n og Bakkaveg og tilmæli frá teknisku nevndini í málinum.
- Umsókn frá Havsbrún um prinsipiellt byggiloyvi til «Fóðurlinju 3” og tilmæli frá vinnu- og havnanevndini í málinum.
- Umsókn frá Høgna Kjeld um byggiloyvi til sethús á matt. Nr. 143ch á Bøvegi og tilmæli frá teknisku nevndini um at broyta byggisamtyktina fyri henda matrikulin.
Fuglafjørður 21. august 2020
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri