Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í Mentanarhúsinum týsdagin tann 16. juni kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:
- Grannskoðaður roknskapur kommununar fyri 2019 og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum.
- viðgerð av uppskot til broyting av ”Kommunustýrisskipanini fyri Fuglafjarðar kommunu” umfatandi § 24 og § 26 um heimildir til vinnunevndina at umsita byggimál á havna- vinnu- og ídnaðarøkjum, eins og heitið á vinnunevndini verður broytt til vinnu- og havnarnevndin og tilmælir frá vinnunevndini og teknisku nevndini í málinum.
- viðgerð av broyting av «Kommunustýrisskipanini fyri Fuglafjarðar kommunu”, umfatandi § 25, har ferðavinna/Kunningarstova verða flutt frá rakstrarstaði 7 frá vinnunevndini til rakstrarstað 5 til mentamálanevndina, og har rakstrarstað 140 verður flutt frá øki 1 fyrisiting til øki 5.
- Umsókn frá Mowi um nýggja staðseting til vatngoymslutangar og teknikkhús í sambandi við smoltstøðina á Hellunum.
Fuglafjørður 12. juni 2020
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri