Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í Mentanarhúsinum hósdagin tann 28. mai kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:
- Umsókn frá Teknistovan Gøta fyri P/F Sandgrevstur um byggiloyvi til bygning á matr. nr. 239a millum verandi bygning á matr. nr. 239n og stuðlamúrin fram við høvuðsvegnum og tilmæli frá teknisku nevndini í málinum.
- viðgerð av uppskot til broyting av ”Kommunustýrisskipanini fyri Fuglafjarðar kommunu” umfatandi § 24 og § 26 um heimildir til vinnunevndina at umsita byggimál á havna- vinnu- og ídnaðarøkjum, eins og heitið á vinnunevndini verður broytt til vinnu- og havnarnevndin og tilmælir frá vinnunevndini og teknisku nevndini í málinum.
Fuglafjørður 22. mai 2020
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri