22.05.2020

KUNNGERÐ um býráðsfund nr. 05/2020

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í Mentanarhúsinum hósdagin tann 28. mai kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:

  1. Umsókn frá Teknistovan Gøta fyri P/F Sandgrevstur um byggiloyvi til bygning á matr. nr. 239a millum verandi bygning á matr. nr. 239n og stuðlamúrin fram við høvuðsvegnum og tilmæli frá teknisku nevndini í málinum.
  2. viðgerð av uppskot til broyting av ”Kommunustýrisskipanini fyri Fuglafjarðar kommunu” umfatandi § 24 og § 26 um heimildir til vinnunevndina at umsita byggimál á havna- vinnu- og ídnaðarøkjum, eins og heitið á vinnunevndini verður broytt til vinnu- og havnarnevndin og tilmælir frá vinnunevndini og teknisku nevndini í málinum.

Fuglafjørður 22. mai 2020

Fuglafjarðar býráð

Sonni á Horni

borgarstjóri