Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur býráðsfundur verður hildin hósdagin tann 19. apríl 2018 kl. 19.00 í Mentanarhúsinum ovaru hædd móti bátahavnini við niðanfyri standandi dagskrá:
- Grannskoðaður roknskapur fyri kommununa fyri 2017 og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum.
- Uppskot til fíggjarætlan fyri Fuglafjarðar bókasavn fyri 2019 og tilmæli frá mentamálanevndini í málinum.
Fuglafjørður 13. apríl 2018
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri