24.03.2017

KUNNGERÐ um býráðsfund nr. 04/2017

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur býráðsfundur verður hildin hósdagin tann 30. mars 2017 kl. 19.00 í býráðshúsinum við niðanfyri standandi dagskrá:

  1. Umsókn frá Bústøðum um loyvi til bygging av nýggjum bygningi á matr. nr. 204a í Fuglafirði á Ennivegur 31, har fyrrverandi Luffustova stóð og tilmæli frá teknisku nevndini í málinum.
  2. Skriv frá Nánd um ískoyti til § 9 í leigusáttmálanum partanna millum um eldrasambýli og dagtilhald og tilmæli frá sosialu nevndini og fíggjarnevndini í málinum.
  3. Uppskot frá stýrisbólkinum til felags skjal at viðgera í býráðnum viðvíkjandi samstarvi um framhaldsdeildina í Eystur- og Fuglafjarðar kommunum og tilmæli frá mentamálanevndini til býráðið.

Fuglafjørður, tann 24. mars 2017

Fuglafjarðar býráð

Sonni á Horni
borgarstjóri