24.04.2020

KUNNGERÐ um býráðsfund nr. 04/2020

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í  Mentanarhúsinum hósdagin tann 30. apríl 2020 kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:

  1. Uppskot til sáttmála millum Strandfaraskip Landsins og kommununa fyri fólkaskúlabarnaflutning og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum.
  1. Uppskot frá mentamálanevndini til fíggjarætlan fyri Fuglafjarðar bókasavn fyri 2021 og tilmæli frá mentamálanevndini í málinum.

Fuglafjørður 24. apríl 2020

Fuglafjarðar býráð

 Sonni á Horni
borgarstjóri