Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býáðsfundur verður hildin í ovara sali í Mentanarhúsinum móti bátahavnini hósdagin tann 23. mai 2019 kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:
- Umsókn frá Havsbrún um byggiloyvi til upplyftan á tekju “Geilini” á matr. nr. 239d á havnarrøkinum og tilmæli frá vinnunevndini og teknisku nevndini í málinum.
- Viðgerð av máli um reingerð av kommunalum bygningum/stovnum og tilmæli frá nevndunum í málinum.
- Uppskot frá teknisku deildini um útbygging av Vesturstovu og tilmæli frá sosialu nevndini og fíggjarnevndini í málinum.
Fuglafjørður, tann 16. mai 2019
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri