16.05.2019

KUNNGERÐ um býráðsfund nr. 04/2019

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býáðsfundur verður hildin í ovara sali í Mentanarhúsinum móti bátahavnini hósdagin tann 23. mai 2019 kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:

  1. Umsókn frá Havsbrún um byggiloyvi til upplyftan á tekju “Geilini” á matr. nr. 239d á havnarrøkinum og tilmæli frá vinnunevndini og teknisku nevndini í málinum.
  2. Viðgerð av máli um reingerð av kommunalum bygningum/stovnum og tilmæli frá nevndunum í málinum.
  3. Uppskot frá teknisku deildini um útbygging av Vesturstovu og tilmæli frá sosialu nevndini og fíggjarnevndini í málinum.

Fuglafjørður, tann 16. mai 2019

Fuglafjarðar býráð

Sonni á Horni
borgarstjóri

Býráðsfundur nr.. 04-2019 23.05.. kunngerð opnar dyr