01.02.2019

KUNNGERÐ um býráðsfund nr. 02/2019

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býáðsfundur verður hildin í ovara sali í Mentanarhúsinum móti bátahavnini hósdagin tann 07. februar 2019 kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:

  1. Uppskot til høvuðsarbeiðstakarasáttmála við SP/F Heildarverk um bygging av nýggjum ítróttarhúsi og tilmælir frá mentamálanevndini og fíggjarnevndini í málinum.
  2. Umsókn frá Havsbrún um byggiloyvi til silogoymslur á havnarøkinum og tilmælir frá teknisku nevndini og vinnunevndini í málinum.
  3. Uppskot til leigusáttmála millum Gjógvaráhaga og kommununa fyri moldgoymslu á Heimaradali og tilmæli frá vinnunevndini í málinum.

Fuglafjørður 01. februar 2019

Fuglafjarðar býráð

Sonni á Horni

borgarstjóri