Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býáðsfundur verður hildin í ovara sali í Mentanarhúsinum móti bátahavnini hósdagin tann 07. februar 2019 kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:
- Uppskot til høvuðsarbeiðstakarasáttmála við SP/F Heildarverk um bygging av nýggjum ítróttarhúsi og tilmælir frá mentamálanevndini og fíggjarnevndini í málinum.
- Umsókn frá Havsbrún um byggiloyvi til silogoymslur á havnarøkinum og tilmælir frá teknisku nevndini og vinnunevndini í málinum.
- Uppskot til leigusáttmála millum Gjógvaráhaga og kommununa fyri moldgoymslu á Heimaradali og tilmæli frá vinnunevndini í málinum.
Fuglafjørður 01. februar 2019
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri