24.01.2020

KUNNGERÐ um býráðsfund nr. 01/2020

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í ovara sali í Mentanarhúsinum hósdagin tann 30. januar 2020 kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:

  1. Umsókn frá umsorganarheiminum Gloriu, 700 Klaksvík um fíggjarligan stuðul og tilmæli frá fíggjarnevndini um eykajáttan upp á kr. 70.000,00, so umsóknin kann verða gingin á møti.
  2. Viðgerð av uppskotum um møguliga staðseting av ”Minnismerki fyri deyðar barnakonur” í miðbýnum.

Fuglafjørður 24. januar 2020

Fuglafjarðar býráð

Sonni á Horni
borgarstjóri