Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur býráðsfundur verður hildin hósdagin tann 26. oktober 2017 kl. 19.00 í býráðshúsinum við niðanfyri standandi dagskrá:
- Mál viðíkjandi 1. viðgerð av eykajáttan til flytan av skúlakøkinum og tilmæli frá fíggjarnevndini og mentamálanevndini í málinum.
- Mál viðvíkjandi 1. viðgerð av eykajáttan til Fuglafjarðar kvøldskúla og tilmæli frá fíggjarnevndini og mentamálanevndini í málinum.
- Mál viðvíkjandi 1. viðgerð av eykajáttan til brúgv unnan fyri Mentanarhúsið og tilmæli frá fíggjarnevndini og vinnunevndini í málinum.
- Tilmæli frá mentamálanevndini um formalisering av skúlasamstarvinum eNám.
Fuglafjørður, tann 20. oktober 2017
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri