Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur býráðsfundur verður hildin týsdagin tann 29. november 2016 kl. 17.00 í býráðshúsinum við niðanfyri standandi dagskrá:
- 2. viðgerð av uppskoti til fíggjarætlan fyri kommununa fyri 2017 og tilmælir frá fíggjarnevndini í málinum.
- Mál viðvíkjandi eykajáttan til íløgu í Fuglafjarðar havn og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum.
- Mál um yvirtøku av „Grunninum Karvatoftir“ og skipinum Kyrjasteinur og tilmæli frá mentamálanevndini og fíggjarnevndini í málinum.
- Skriv frá Kaju Toftegaard um viðurskifti við parkeringsøkinum á ognini matr. nr. 429 við Innandalsvegin og tilmælir frá teknisku nevndini í málinum.
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri