22.09.2017

KUNNGERÐ um býráðsfund 11/2017

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur eykabýráðsfundur verður hildin hósdagin tann 28. september 2017 kl. 19.00 í býráðshúsinum við niðanfyri standandi dagskrá: 

  1. Fyrsta viðgerð av uppskoti til fíggjarætlan kommununar (karmar) fyri 2018 og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum.
  2. Onnur viðgerð av uppskoti til eykajáttan sambært umsókn frá Fuglafjarðar sløkkiliði um keyp av sløkkiliðsakfari vm. til Fuglafjarðar sløkkilið. 1. Viðgerð hevur verið á býráðsfundi 14. September 2017 og varð eykajáttanin beind til 2. og endaliga viðgerð á býráðsfundi 28. September 2017.
  3. Umsókn frá Pelagos um endaligt byggiloyvi til uppisjóvarvirki og tilmæli frá teknisku nevndini í málinum.
  4. Tilmæli frá teknisku nevndini um bygging, sum ikki krevja byggiloyvi, hetta vísandi BK-17, sum sett varð í gildi tann 1. januar 2017.
  5. Mál viðvíkjandi leigumáli fyri orkudepilin á Kambsdali og tilmæli frá teknisku nevndini í málinum.

Fuglafjørður, tann 22. september 2017

Fuglafjarðar býráð

Sonni á Horni

borgarstjóri