Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur eykabýráðsfundur verður hildin hósdagin tann 14. september 2017 kl. 19.00 í býráðshúsinum við niðanfyri standandi dagskrá:
- viðgerð av uppskoti til umsókn frá Fuglafjarðar sløkkiliði um keyp av sløkkiliðsakfari vm. til Fuglafjarðar sløkkilið og tilmæli frá fíggjarnevndini og teknisku nevndini um eykajáttan til keypið.
- Skriv frá Føroya Politi um ummæli av umsókn frá Mentanarhúsinum um skeinki-, matstovu- og almennum loyvi á matr. Nr. 239u á Karvatoftum 5 í Fuglafirði og tilmæli frá vinnunevndini í málinum.
Fuglafjørður, tann 08. september 2017
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri