09.09.2017

KUNNGERÐ um býráðsfund 10/2017

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur eykabýráðsfundur verður hildin hósdagin tann 14. september 2017 kl. 19.00 í býráðshúsinum við niðanfyri standandi dagskrá: 

  1. viðgerð av uppskoti til umsókn frá Fuglafjarðar sløkkiliði um keyp av sløkkiliðsakfari vm. til Fuglafjarðar sløkkilið og tilmæli frá fíggjarnevndini og teknisku nevndini um eykajáttan til keypið.
  2. Skriv frá Føroya Politi um ummæli av umsókn frá Mentanarhúsinum um skeinki-, matstovu- og almennum loyvi á matr. Nr. 239u á Karvatoftum 5 í Fuglafirði og tilmæli frá vinnunevndini í málinum.

Fuglafjørður, tann 08. september 2017

Fuglafjarðar býráð

Sonni á Horni
borgarstjóri