Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur býráðsfundur verður hildin hósdagin tann 06 oktober 2016 kl. 17.00 í býráðshúsinum við niðanfyri standandi dagskrá:
- Mál viðvíkjandi 2. Viðgerð av eykajáttan til bátahavnina og tilmælir frá vinnunevndini og fíggjarnevndini í málinum. 1. viðgerð hevur verið á býráðsfundi 08. september 2016.
- Uppskot til broytan av kommunustýrisskipanini fyri kommununa, hetta vísandi til 7. Part § 34 um samsýningar o.a
- Umsókn frá Fa. Poul Joensen um byggiloyvi til bygning á matr. Nr. 871bm á Kambsenni 11 á Kambsdali og tilmæli frá vinnu- og teknisku nevndini í málinum.
- Mál viðvíkjandi umsókn frá Havsbrún um endaligt byggiloyvi, hetta sambært ískoytisfrágreiðing frá EM Ráðgeving og tilmæli frá teknisku nevndini í málinum.
- Uppskot til leigusáttmála millum kommununa og Havsbrún fyri grundøkið matr. nr. 239l mjølgoymsluna á havnarøkinum og tilmæli frá vinnunevndini í málinum.
- Uppskot til leigusáttmála millum kommununa og Havsbrún fyri grundøkið matr. nr. 239b undir manningarhúsi og tilmæli frá vinnunevndini í málinum.
- Kunning um verkætlan, sum Frits Eið hevur ætlanir um at gera um fríðkan av Hellubygd.
Fuglafjørður, tann 30. september 2016
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri