01.09.2016

KUNNGERÐ um býráðsfund 07/2016

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur býráðsfundur verður hildin hósdagin tann 08 september 2016 kl. 17.00 í býráðshúsinum við niðanfyri standandi dagskrá: 

  1. Mál uppskoti frá fíggjarnevndini til 1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri kommununa fyri 2017 (karmar).
  2. Umbygging av Vesturstovu og 2. viðgerð av eykajáttan, hetta sambært tilmælir frá sosialu nevndini og fíggjarnevndini.
  3. Mál viðvíkjandi eykajáttan til bátahavnina og tilmælir frá vinnunevndini og fíggjarnevndini í málinum.
  4. Mál viðvíkjandi eykajáttan til asfaltering parti av bingjuhavnini og tilmælir frá vinnunevndini og fíggjarnevndini í málinum.
  5. Umsókn frá Eli Fróða Hansen um prinsipiellt byggiloyvi á matr. Nr. 766 á Toftanesvegi 3 í Fuglafirði.

 

Fuglafjørður, tann 01. september 2016

Fuglafjarðar býráð

Sonni á Horni
borgarstjóri