Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur býráðsfundur verður hildin hósdagin tann 08 september 2016 kl. 17.00 í býráðshúsinum við niðanfyri standandi dagskrá:
- Mál uppskoti frá fíggjarnevndini til 1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri kommununa fyri 2017 (karmar).
- Umbygging av Vesturstovu og 2. viðgerð av eykajáttan, hetta sambært tilmælir frá sosialu nevndini og fíggjarnevndini.
- Mál viðvíkjandi eykajáttan til bátahavnina og tilmælir frá vinnunevndini og fíggjarnevndini í málinum.
- Mál viðvíkjandi eykajáttan til asfaltering parti av bingjuhavnini og tilmælir frá vinnunevndini og fíggjarnevndini í málinum.
- Umsókn frá Eli Fróða Hansen um prinsipiellt byggiloyvi á matr. Nr. 766 á Toftanesvegi 3 í Fuglafirði.
Fuglafjørður, tann 01. september 2016
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri