Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur eykabýráðsfundur verður hildin mikudagin tann 10. mai 2017 kl. 18.00 í býráðshúsinum við niðanfyri standandi dagskrá:
- Mál viðvíkjandi grannskoðaðum roknskapi fyri kommununa fyri 2017 og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum.
- Uppskot til fíggjarætlan fyri Fuglafjarðar bókasavn 2018 og tilmæli frá mentamálanevndini í málinum.
- Skriv frá Kappingareftirlitinum um viðmerkingar til uppskot um møguliga avgerð um kæru um loðsflutningstænastu á Fuglafirði.
Fuglafjørður, tann 05. mai 2017
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri