Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur býráðsfundur verður hildin hósdagin tann 04. mai 2017 kl. 19.00 í býráðshúsinum við niðanfyri standandi dagskrá:
- Mál viðvíkjandi 1. viðgerð av uppskoti til eykajáttan til íløgur í umbygging av Vesturstovu og tilmæli frá sosialu nevndini og fíggjarnevndini í málinum.
- Uppskot frá sosialu nevndini til „Reglugerð fyri dagstovnarnar í Fuglafjarðar kommunu“: Barnalund, Stropan og Kamb.
- Skriv frá Føroya politi um ummæli til matstovu- skeinki- og alment loyvi til Restaurant Muntra v/Poul Rustin.
- Skriv frá Føroya politi um ummæli til matstovu- skeinki- og alment loyvi til Turkihúsið v/Pæturi Eysturskarð.
Fuglafjørður, tann 28. apríl 2017
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri