Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur býráðsfundur verður hildin hósdagin tann 22. mars 2018 kl. 19.00 í Mentanarhúsinum ovaru hædd móti bátahavnini við niðanfyri standandi dagskrá:
- Mál viðvíkjandi broyting av gjaldskránni fyri Fuglafjarðar havn og tilmælir frá vinnunevndini í málinum.
- 2. viðgerð av eykajáttan í sambandi við semju við P/F Blikksmiðjuna um arbeiði á Stropanum. 1. viðgerð hevur verið á býráðsfundi 22. februar 2018 og varð málið tá beint til 2. viðgerð.
- Uppskot til serstaka byggisamtykt fyri íbúðarøkið á Vestara landinum og tilmæli frá teknisku nevndini í málinum.
- Uppskot til avtalu við SP/F Heildarverk um liðuggerð av betong, jørð og kloakkarbeiðinum í sambandi við bygging av nýggjum barnaskúla. Mentamálanevndin kemur at viðgera málið skjótast og kemur við sínum tilmæli, sum sent verður býráðnumn, so skjótt sum hetta erv tøkt.
- Uppskot um flyting av verandi fýrrúmi í fyribils bingju í skúlagarðinum og niðurtøka av verandi fýrúmi, sí annars viðurskifti í máli nr. 4. Mentamálanevndin kemur at viðgera málið skjótast og kemur við sínum tilmæli, sum sent verður býráðnumn, so skjótt sum hetta erv tøkt.
- Mál viðvíkjandi uppskoti frá Starvsnevnd Føroysku Havna um avtøku av felagsskapinum, sum stovnaður varð í 1958. Aðalfundur um avtøkuna er ásettur at verða eftir aðalfundin hjá Kommunufelagnum 06. apríl 2018 kl. 16.00. Limakommunurnar skulu verða umboðaðar við fulltrú á aðalfundinum í sambandi við avtøkuna.
Fuglafjørður, tann 15. mars 2018