16.03.2018

KUNNGERÐ um býráðsfund 04/2018

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur býráðsfundur verður hildin hósdagin tann 22. mars 2018 kl. 19.00 í Mentanarhúsinum ovaru hædd móti bátahavnini við niðanfyri standandi dagskrá: 

  1. Mál viðvíkjandi broyting av gjaldskránni fyri Fuglafjarðar havn og tilmælir frá vinnunevndini í málinum.
  2. 2. viðgerð av eykajáttan í sambandi við semju við P/F Blikksmiðjuna um arbeiði á Stropanum. 1. viðgerð hevur verið á býráðsfundi 22. februar 2018 og varð málið tá beint til 2. viðgerð.
  3. Uppskot til serstaka byggisamtykt fyri íbúðarøkið á Vestara landinum og tilmæli frá teknisku nevndini í málinum.
  4. Uppskot til avtalu við SP/F Heildarverk um liðuggerð av betong, jørð og kloakkarbeiðinum í sambandi við bygging av nýggjum barnaskúla. Mentamálanevndin kemur at viðgera málið skjótast og kemur við sínum tilmæli, sum sent verður býráðnumn, so skjótt sum hetta erv tøkt.
  5. Uppskot um flyting av verandi fýrrúmi í fyribils bingju í skúlagarðinum og niðurtøka av verandi fýrúmi, sí annars viðurskifti í máli nr. 4. Mentamálanevndin kemur at viðgera málið skjótast og kemur við sínum tilmæli, sum sent verður býráðnumn, so skjótt sum hetta erv tøkt.
  6. Mál viðvíkjandi uppskoti frá Starvsnevnd Føroysku Havna um avtøku av felagsskapinum, sum stovnaður varð í 1958. Aðalfundur um avtøkuna er ásettur at verða eftir aðalfundin hjá Kommunufelagnum 06. apríl 2018 kl. 16.00. Limakommunurnar skulu verða umboðaðar við fulltrú á aðalfundinum í sambandi við avtøkuna.

 Fuglafjørður, tann 15. mars 2018

 Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri