Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur býráðsfundur verður hildin hósdagin tann 22. februar 2018 kl. 19.00 í Mentanarhúsinum ovaru hædd móti bátahavnini við niðanfyri standandi dagskrá:
- Uppskot til leigusáttmála millum kommununa og P/F Vónina fyri lendi undir uttanumøki matr. nr. 239a á Enninum og tilmæli frá vinnunevndini í málinum.
- Mál viðvíkjandi broyting av gjaldskránni fyri Fuglafjarðar havn og tilmæli frá vinnunevndini í málinum.
- Mál viðvíkjandi semju við P/F Blikksmiðjuna um arbeiði á Stropanum og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum. Somuleiðis áheitan á býráðið um at veita eina eykajáttan til semjuupphæddina, við tað at neyðug játtan ikki er tøk á fíggjarætlan kommununar fyri 2018.
Fuglafjørður, tann 15. februar 2018
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri