Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur býráðsfundur verður hildin hósdagin tann 19. januar 2017 kl. 19.00 í býráðshúsinum við niðanfyri standandi dagskrá:
- Uppskot frá mentamálanevndini til broytingar í bygnaðinum í sambandi við bygging av nýggjum barnaskúla í Fuglafirði.
- Val av limi í løgtings- og fólkatingsvalstýrini fyri Fuglafjarðar valdømi fyri Jógvan Finn Poulsen, sum ikki yvir at verða afturvaldur valskeiðið 2017-2020.
- Val av varalimi í løgtings- og fólkatingsvalstýrini fyri Fuglafjarðar valdømi fyri Dan Reinert Petersen, sum ikki yvir at verða afturvaldur valskeiðið 2017-2020.
- Uppskot frá borgarstj´roanum um at fara aftur til pappírsleysar fundir, at nýta fundarskipanina í journalini 360 skipanini, og at farið verður undir stroyman av býráðsfundunum, og at útgerð verður fingin til vega.
Kunning:
Skriv frá Advokatskrivstovuni um viðurskifti um møguligt endurgjald til Havsbrún fyri at fara úr tunnli 2 og 4 í úrtíð og niðurstøða í málinum. Víst verður til avgerð 15. Desember 2016.
Fuglafjørður, tann 13. Januar 2017
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri