02.03.2021

Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu

Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 við seinni broytingum,  verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broytingar til byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 02.03.2021 til 31.03.2021 allar gerandisdagar, uttan leygardag, frá kl 10 - 15.

Sambært uppskotinum verða hesar broytingar gjørdar á matr. nr. 239, Fuglafjørður

1
Havnaøkið við fóðurkaina, “Øki D”, verður víðkað við umleið 110 fermetrum netto, har økið verður minkað við 250 fermetrum og víðkað við 360 fermetrum.

Sambært galdandi byggisamtykt, er verandi øki útlagt sum  havnarøki “Øki D”.

Plantekning 01_Uppskot til broyting í byggisamtyktini fyri havnaøkið D_Sermynd_A2_Mát 1_2000_01032021_PAP

2
Havnaøkið við oljukaina,  “Øki D”, verður víðkað við umleið 5 fermetrum. Víst verður til plantekning nr. 01 og 02.

Plantekning 02_Uppskot til broyting í byggisamtyktini fyri havnaøkið D_Yvirlitskort_A2_Mát 1_10.000_01032021_PAP

Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot til hetta, ið skulu verða skrivlig, mugu verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi 19.04.2021. kl. 16.00.

Fuglafjørður 26-02-2021

FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ