01.12.2021

Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu í sambandi við skúlabygging

Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 við seinni broytingum,  verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broytingar til byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 01.12.2021 til 22.12.2021 allar gerandisdagar, uttan leygardag, frá kl 10 - 15.

 Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi 27. mai 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Fuglafjarðr kommunu, galdandi fyri økið B.

Máls nr. 21/00258

Heiti_Broyting av byggisamtyktini fyri part av økinum, matr. nr. 477a og 530, frá øki B til E.

Sambært uppskotinum, verða hesar broytingar gjørdar á parti av matr. nr. 477a og parti av matr. nr. 530, Fuglafjørður

1. Øki serstøku byggisamtyktarinnar

Økið, sum serstaka broytta byggisamtyktin er galdandi fyri, er matr.nr. 477a, og parti av matr. nr. 530, Fuglafjørður, víst á viðlagda kortskjali 1, sum er plantekning av økinum.

2. Endamál og frágreiðing um økið

Matr.nr. 477a og 530 liggur í øki B, ætlað til sethús, sambært byggisamtyktini. Í sambandi við skúlabyggingina, er neyðugt at broyta byggisamtyktina fyri matr. nr. 477a, og parti av matr. nr. 530 frá øki B til økið E.

Endamálið við hesi serstøku byggisamtyktini er tí at skipa bygging á økinum soleiðis, at skúlin kann byggja út á ein skynsaman hátt.

3. Nýtsla økisins

Økið skal nýtast til skúlabygging.

Sambært galdandi byggisamtykt, er verandi øki útlagt sum  byggiøki, merkt B í byggisamtyktini.

Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot til hetta, ið skulu verða skrivlig, mugu verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi 14.01.2022. kl. 16.00.

Tá møgulig broytingaruppskot ella mótmæli verða send inn til Fuglafjarðar kommunu, vinarliga viðmerki málsnummarið, sum er FK j. nr. 21/00258.

Fuglafjørður 01-12-2021
FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ