12.09.2022

Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu

Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 við seinni broytingum,  verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broytingar til byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 19.09.2022 til 03.11.2022 allar gerandisdagar, uttan leygardag, frá kl 10 - 15.

Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi 23. juni 2022 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Fuglafjarðar kommunu, galdandi fyri økið I á matr. nr. 170a.

Máls nr. 20/00111

Heiti_Broyting av byggisamtyktini fyri part av økinum, matr. nr. 170a, frá øki I til B.

Sambært uppskotinum, verða hesar broytingar gjørdar á parti av matr. nr. 170a, FO 530, Fuglafjørður.

  1. Øki serstøku byggisamtyktarinnar

Økið, sum serstaka broytta byggisamtyktin er galdandi fyri, er partur av matr. nr. 170a, Fuglafjørður, víst á viðlagda kortskjali 01, sum er plantekning av økinum.

  1. Endamál og frágreiðing um økið

Matr. nr. 170a liggur í øki B og I, har B er ætlað til sethús, og I er fríøki sambært galdandi byggisamtykt.

  1. Nýtsla økisins

Partur av matr. nr. 170a verður nýtt til p-pláss og omankoyring til sethús, og hin parturin sum fríøki.

Sambært galdandi byggisamtykt, er partur av verandi øki útlagt sum  byggiøki, merkt B í byggisamtyktini, og partur av økinum er fríøki, merkt I.

Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot til hetta, ið skulu verða skrivlig, mugu verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi 03.11.2022. kl. 15.00.

Tá møgulig broytingaruppskot ella mótmæli verða send inn til Fuglafjarðar kommunu, vinarliga viðmerki málsnummarið, sum er FK j. nr. 20/00111.

Fuglafjørður 19-09-2022
FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ

Plantekning nr. 01