Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 við seinni broytingum, verður uppskot til broytingar til byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu, lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 5.12.2023 til 21.1.2024 allar gerandisdagar, uttan leygardag, frá kl. 10 - 15. Umframt á heimasíðuni www.fuglafjordur.fo
Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi 1. juli 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Fuglafjarðar kommunu.
Máls nr. 21/00347
Sambært uppskotinum, verða hesar broytingar gjørdar á parti av Gjógvarávegi í Fuglafirði. Víst verður til hjálagdu kort av økinum
Byggisamtyktin verður broytt fyri matr.nr. 622a, frá at verða øki til Miðstaðarendamál, merkt A til at verða sethús/bústaðarbygging, merkt B. Byggisamtyktin verður eisini broytt fyri matr. nr. 701 og 702, frá frílendi, merkt I, til at verða sethús/bústaðarbygging, merkt B.
Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot til hetta, skulu verða skrivlig og verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi 21.1.2024. kl. 15.00.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu sendast til Fuglafjarðar kommunu á info@fuglafjordur.fo.
Fuglafjørður 5-12-2023
FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ
Økið fyri broyting í byggisamtyktini
Økið eftir broyting í byggisamtyktini