17.04.2023

Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu

Við heimild í grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 við seinni broytingum, verður uppskot til broytingar til byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu, lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 17.4.2023 til 10.5.2023 allar gerandisdagar, uttan leygardag, frá kl. 10 - 15.

 

Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi 29. oktober 2020, at broyta almennu byggisamtyktina fyri Fuglafjarðar kommunu, galdandi fyri vinnuøki á Kambsdali.

 

Mál. nr. 20/00510

 

Sambært uppskotinum, verða hesar broytingar gjørdar á parti av sethúsøki á Kambsdali. Víst verður til hjálagdu kort av økinum.

Byggisamtyktin verður broytt fyri frá at verða Sethús/bústaðarøki, til Vinnuøki. Verandi byggisamtykt fyri sethúsaøkið, umfatar 12 matriklar, nr. 871dg, 871db, 871dd, 871df, 871da, 871dc, 871de, 871cz, 871,cv, 871cy, 871cx og 871cu. Hetta øki verður broytt til vinnuøki.

Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot til hetta, ið skulu verða skrivlig, mugu verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi 2.6.2023. kl. 15.00.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu sendast til Fuglafjarðar kommunu á info@fuglafjordur.fo.

Fuglafjørður 17-4-2023
FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ

Verandi byggisamtykt

Broytt byggisamtykt