Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 við seinni broytingum, verður uppskot til broytingar til byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu, lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 16.3.2023 til 5.4.2023 allar gerandisdagar, uttan leygardag, frá kl. 10 - 15.
Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi 1. juli 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Fuglafjarðar kommunu.
Máls nr. 21/00347
Sambært uppskotinum, verða hesar broytingar gjørdar á parti av Gjógvarávegi í Fuglafirði. Víst verður til hjálagdu kort av økinum
Byggisamtyktin verður broytt fyri matr.nr. 622a frá at verða frílendi, merkt I til at verða sethús/bústaðarbygging, merkt B. Byggisamtyktin verður eisini broytt fyri matr. nr. 701 og 702, frá frílendi, merkt I, til sethús/bústaðarbygging, merkt B.
Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot til hetta, ið skulu verða skrivlig, mugu verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi 25.5.2023. kl. 15.00.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu sendast til Fuglafjarðar kommunu á info@fuglafjordur.fo.
Fuglafjørður 16-3-2023
FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ
Økið aðrenn og aftaná broytingarnar í byggisamtyktini
Matr. 622a,sum er Øki A, Miðstaðarendamál, og 701 og 702 í Øki I, Frílendi, aðrenn broyting
Verða til Øki B, Sethús/bústaðarbygging, aftaná broyting