17.03.2022

Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu

Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broytingar til byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 17.03.2022 til 28.04.2021 allar gerandisdagar, uttan leygardag, frá kl 10 - 15.
Sambært uppskotinum, verða hesar broytingar gjørdar á parti av Garðavegi og Bjarnavegi. Víst verður til hjálagt kort av økinum
Fyriskipað verður serstøk byggisamtykt fyri matr.nr. 211r og parti av 211a, Fuglafjørður.
Ásetingarnar í hesi serstøku byggisamtyktini eru galdandi fram um vanligu reglurnar fyri byggisamtyktina.
Vanligu reglurnar í byggisamtyktini eru galdandi, har henda serstaka byggisamtykt ikki ásetir annað.

1. Øki serstøku byggisamtyktarinnar
Økið, sum serstaka byggisamtyktin er galdandi fyri, er matr. nr. 211r og partur av matr.nr. 211a, Fuglafjørður, víst á viðlagda kortskjali, FK j. nr. 22/00054-15, sum er yvirlitstekning yvir økið, sum broytingin fevnir um.
Hjálagt er eisini broyting av matrikulplani fyri økið, sum er samtykt av teknisku nevnd 7. februar 2022, sí viðlagda kortskjal, FK j. nr. 22/00054-12.

2. Endamál og frágreiðing um økið
Matriklarnir ligga í øki B, ætlað til sethús og dupulthús, sambært byggisamtyktini. Í øki B eru ongar ásetingar um íbúðarbygging, annað enn, at upp til tvær íbúðir kunnu verða loyvdar í økinum. Serstøk byggisamtykt er tó gjørd fyri at loyva íbúðarbygging á øðrum stað.

3. Nýtsla økisins
Økið skal nýtast til fjøltáttaða íbúðarbygging, íbúðareindirnar verða sundurbýtttar í sjálvstøðugar matriklar. Tí verður økið verður broytt frá B til B4, ið loyvir íbúðarbygging.
Loyvt er at byggja íbúðareindir, eina fyri hvørjar í minsta lagi 150 fermetrar av grundøki. Hvør íbúð skal verða ein brunaeind. Ætlanin er at byggja 6 íbúðareindir á grundstykkið, matr. nr. 211r.
Matriklarnir nr. 211r og partur av matr. nr. 211a verða lagdir saman í ein matrikul.
Parttur av øki B verður lagdur saman við litra g, ið er vegaøki.
Byggistigið verður sett til 0,6.

4. Parkering
Minst 1,5 parkeringpláss skulu vera fyri hvørja íbúðareind.
Uttan mun til tal av íbúðum, er kravið 1,5 parkeringspláss pr. íbúð.
Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot til hetta, ið skulu verða skrivlig, mugu verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi 02.05.2022. kl. 15.00.

Fuglafjørður 17-03-2022
Soleiðis góðkent av FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ 24. februar 2022.