21.12.2021

Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu

Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 við seinni broytingum,  verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broytingar til byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 21.12.2021 til 25.01.2022 allar gerandisdagar, uttan leygardag, frá kl 10 - 15.
Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi 16. desember 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Fuglafjarðar kommunu frá fríøki og almennir stovnar til bústaðarøki. 

Máls nr. 21/00349
Uppskot um at gera part av matr. nr. 871e, Kambsdalur, til fjøltáttaða íbúðarbyging
Sambært uppskotinum, verða hesar broytingar gjørdar á parti av matr. nr. 871e, Fuglafjørður
Økið verður broytt til fjøltáttað íbúðarøki, sum kemur at innihalda 36 búeindir, sum inniheldur sethús, tvíhús, raðhús/randarhús og bústaðarhús við fleiri íbúðum.

Broyting í verandi byggisamtykt

  1. Til einbýlishús, sethús, har hvørt sethús hevur sín matrikul
    1. Ongin broyting
  1. Til tvíhús, har hvørt húsið sær hevur sín matrikul
    1. Ongin broyting
  1. Raðhús/randarhús, har hvørt húsið sær hevur sín matrikul
    1. Ongin broyting
  1. Bústaðarhús við fleiri íbúðum, hetta er 1 matrikul, men hvør íbúð skal hava íbúðarnummar afturat matrikulnummarinum
    1. Sum økið B1, men við teirri broyting, at mest loyvda hædd er 12 m mált frá lendisgólvi í niðastu hædd, sum skal ásetast av byggivaldinum í mun til veg
  1. Garðar, plantu- og runnavøkstur
    1. Við t- og x-krossar, og har gongugøtur koma út í gongubreyt, verður hornaavskurður á 5*5 m, og er hæddin í mesta lagi 0,6 m

Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot til hetta, ið skulu verða skrivlig, mugu verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi 15.02.2022. kl. 16.00.

Tá møgulig broytingaruppskot ella mótmæli verða send inn til Fuglafjarðar kommunu, vinarliga viðmerki málsnummarið, sum er FK j. nr. 21/00349.

Fuglafjørður 21-12-2021

FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ