01.12.2021

Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu

Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 við seinni broytingum,  verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broytingar til byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 01.12.2021 til 22.12.2021 allar gerandisdagar, uttan leygardag, frá kl 10 - 15.

 Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi 25. november 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Fuglafjarðr kommunu, galdandi fyri havnaøkið D.

Máls nr. 21/00632
Heiti_Broyting av byggisamtyktini fyri havnaøkið D.

Sambært uppskotinum, verða hesar broytingar gjørdar á matr. nr. 239a, Fuglafjørður

Sambært galdandi byggisamtykt, er verandi øki útlagt sum havnaøki, merkt  D.

1.
Havnaøkið út frá mjølverksmiðjuni hjá Havsbrún, økið D, verður víðkað við umleið 11.583 fermetrum, sum er merkt við ljósabláum liti, sí hjálagda plantekning nr. 01.

2.
Havnaøkið út frá fóðurgoymsluni hjá Havsbrún,  økið D, verður víðkað við umleið 7.945 fermetrum, sum er merkt við ljósabláum liti, sí hjálagda plantekning nr. 01.

Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot til hetta, ið skulu verða skrivlig, mugu verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi 14.01.2022. kl. 16.00.

Tá møgulig broytingaruppskot ella mótmæli verða send inn til Fuglafjarðar kommunu, vinarliga viðmerki málsnummarið, sum er FK j. nr. 21/00632.

Fuglafjørður 01-12-2021
FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ

Plantekning sum PDF