21.10.2021

Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu

Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 við seinni broytingum,  verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broytingar til byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 22.10.2021 til 12.11.2021 allar gerandisdagar, uttan leygardag, frá kl 10 - 15.

 Sambært uppskotinum verða hesar broytingar gjørdar á nýggju útstykkingini á Bøvegi. Víst verður til

Fyriskipað verður serstøk byggisamtykt fyri matr.nr. 211t, 211u, 211ag, 211v, 211ah, 211x, 211ai, 211y, 211z, 211aa, 176b, 211af, 211ae, 211ad, 211ac, 211ab, Fuglafjørður.

Ásetingarnar í hesi serstøku byggisamtyktini eru galdandi fram um vanligu reglurnar fyri byggisamtyktina.

Vanligu reglurnar í byggisamtyktini eru galdandi, har henda serstaka byggisamtykt ikki ásetir annað.

1. Øki serstøku byggisamtyktarinnar
Økið, sum serstaka byggisamtyktin er galdandi fyri, er á nýggju útstykkingini á Bøvegi, Fuglafjørður, víst á viðlagda kortskjali, FK j. nr. 21/00524-4, sum er yvirlitstekning yvir økið, sum broytingin fevnir um.

Hjálagt er eisini broyting av matrikulplani fyri økið, sum er samtykt av teknisku nevnd 7. oktober 2021, sí viðlagda kortskjal, FK j. nr. 21/00573-1.

2. Endamál og frágreiðing um økið
Matriklarnir ligga í øki B, ætlað til sethús og dupulthús, sambært byggisamtyktini. Í øki B eru ongar ásetingar um íbúðarbygging, annað enn, at upp til tvær íbúðir kunnu verða loyvdar í økinum. Serstøk byggisamtykt er tó gjørd fyri at loyva íbúðarbygging á øðrum stað.

Endamálið við hesi serstøku byggisamtyktini er tí at skipa bygging á økinum soleiðis, at íbúðir kunnu verða bygdar á skynsaman hátt, ein eind fyri hvørjar í minsta lagi 150 fermetrar.

3. Nýtsla økisins
Økið skal nýtast til fjøltáttaða bústaðarbygging.

Loyvt er at byggja íbúðareindir, eina fyri hvørjar í minsta lagi 150 fermetrar av grundøki, har hvør íbúð skal verða ein brunaeind, á matr. nr. 211t, 211u, 211ag, 211v, 211ah, 211x, 211ai, 211y, 211z, 211aa, 176b, 211af, 211ae, 211ad, 211ac, 211ab, Fuglafjørður.

4. Parkering
Minst 1,5 parkeringpláss skulu vera fyri hvørja íbúðareind. Um 4 íbúðir verða bygdar, so verður kravt, 1,5 falda við 4 og tað er 6 parkeringspláss. Um 3 verða bygdar, so verður kravt, 1,5 falda við 3 og tað er 5 parkeringspláss. Hesi skulu vera millum bygning og almennan veg, ella millum mark og bygning.

Uttan mun til tal av íbúðum, er kravið 1,5 parkeringspláss pr. íbúð. Fyri sethús er kravið 2 parkeringspláss.

Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot til hetta, ið skulu verða skrivlig, mugu verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi 03.12.2021. kl. 15.00.

Fuglafjørður 21-10-2021

Soleiðis góðkent av FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ 30. september 2021