25.10.2023

Kunngerð um, at býráðsfundurin 26. oktober 2023 er fluttur til 02. november 2023

Býráðsfundurin, sum eftir ætlan skuldi verða hildin hósdagin 26. oktober 2023, er útsettur til hósdagin 02. November 2023 kl. 19.00.

Á dagsskrá verða:

    1. Góðkenning av reglugerð um flogfenað.
    2. Broyting av byggisamtykt við Gjógvaráveg.
    3. Navngeving av “Niðaravegi”.
    4. 1. viðgerð av eykajáttan november 2023.
    5. 1. viðgerð av Fíggjarætlan 2024.

Fuglafjarðar kommuna