23.04.2021

Kunngerð frá Fuglafjarðar kommunu um býráðsfund nr. 4/2021

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í býráðssalinum, Í Støð 5 í Fuglafirði, mánadagin tann 26. apríl 2021 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av eykajáttan viðvíkjandi stuðli til skótaliðið til at leggja nýtt tak á skótahúsið.
  2. 1. viðgerð av eykajáttan viðvíkjandi fígging av nýggjari el-veiting í Meka bygninginum.
  3. Uppskot til reglugerð fyri sløkkiliðið til góðkenningar.
  4. Uppskot til útstykkingarætlan millum Gjógvará og vestur í Horn/Innandals til umrøðu.
  5. Uppskot til fíggjarætlan hjá bókasavninum fyri 2022.

Fuglafjarðar kommuna